Søgan aftan fyri KJÖT

Gamalt navn.

Nýggjur kapittul.

KJÖT er ikki bara eitt navn.

Tað hoyrir staðnum til.

01

staðið

Áðrenn burgararnir, var KJØT longu her.

Mitt í Havn, á Áarvegnum, heldur KJÖT til á einum av søguligastu støðunum í býnum. Gjøgnum fleiri ættarlið hava fólk, sum komu til og frá havnini, gingið framvið júst hesum staðnum. Tí bleiv hetta eitt natúrligt savningarstað fyri havnarfólk, sjómenn og gestir.

02

maðurin

Joen Hejne Elieser Jacobsen
gjørdist Heini í KJÖT.

Søgan um KJÖT byrjar í 1937, tá Heini Jacobsen, betur kendur sum Heini í KJÖT, lat upp handil her á Áarvegnum. Handilin gjørdist skjótt kendur fyri gott kjøt, persónliga tænastu og álítandi handilsskap. Í meira enn 25 ár komu familjur í Havn higar at keypa feskt kjøt og aðrar vørur til gerandisdagin, áðrenn handilin flutti í nýggj høli í miðbýnum í 1963.

03

minnið

KJÖT, Fa. Tubbak og Hotel Hafnia.

Beint við síðuna av lá Fa. Tubbak, sum Christian Dahl Restorff stovnaði í 1934. Saman gjørdust hesir báðir handlarnir kend støð í hjartanum av høvuðsstaðnum og vóru við til at mynda Áarvegin í fleiri áratíggju. Seinni fekk økið ein nýggjan leiklut, tá Christian Dahl Restorff bygdi Hotel Hafnia, sum lat upp í 1951 og framvegis er eitt av fremstu hotellunum í Føroyum.

04

Nýggi kapittulin

Nýtt KJÖT.
Sama stað.

Í dag tekur KJÖT navnið og søguna hjá Heina í KJÖT upp aftur. Slagtaraborðið er skift út við heitar grillir og heimagjørdar burgarar, men hugsanin er tann sama: góð rávøra, erligur matur og ein blíð móttøka. Við íblástri frá gamla handlinum borðreiðir KJÖT við góðum burgarum, grillrættum og væl kendum gøtumati, úr góðum rávørum. Hvør vitjan er ein partur av søguni um eitt stað, har matur hevur savnað fólk í nærum eina øld.